Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin /
Umsorganartilbúgving

Umsorganartilbúgving.

Í sambandi við álvarsliga sjúku, vanlukku, deyða ella annan miss.

Børn skulu og eiga ikki at vera einsamøll tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar.

Vit eru ikki altíð harrar yvir, hvat ið hendir, men vit hava ávirkan á, hvussu vit á bestan hátt koma ígjøgnum trupulleikarnar.

Við umsorganar- og tilbúgvingarætlanini vilja vit sum skúli vera við til at hjálpa og stuðla næmingum okkara, um so er, at sjúka, vanlukka ella deyði rakar tey. Vit vilja minka um árinið og betra um lívsgóðskuna hjá næmingunum.

Inngangur

Børn skulu og eiga ikki at vera einsamøll tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar.

Vit eru ikki altíð harrar yvir, hvat ið hendir, men vit hava ávirkan á, hvussu vit á bestan hátt koma ígjøgnum trupulleikarnar.

Við umsorganar- og tilbúgvingarætlanini vilja vit sum skúli vera við til at hjálpa og stuðla næmingum okkara, um so er, at sjúka, vanlukka ella deyði rakar tey.

Vit vilja minka um árinið og betra um lívsgóðskuna hjá næmingunum.

Umsorganar- og tilbúgvingarætlanin skal nágreiniliga vísa, hvussu vit gera, tá sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu.

Umsorganar- og tilbúgvingarætlanin er ætlað at vera eitt amboð at nýta, um onkur av okkum ella okkara verður raktur av sorg. Harumframt skal hon eisini gera okkum lærarar og starvsfólk tilvitað um leiklutin, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa næmingunum, ið vit hava ábyrgd av.

Vit, sum dagliga hava við børn og ung at gera, vita, at tey knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum.

Í dag er tað mangan so, at næmingar knýta seg sera tætt at okkum lærarum og starvsfólki í skúlanum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingar, sum næmingurin hevur verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg teirra.

Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.

Tað er uppi í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um og tagt burtur, elvdi mangan til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga, sum so aftur elvdi til forðingar fyri menning og læring.

Vónandi kann henda umsorganar- og tilbúgvingarætlan lætta um truplu støðuna, vit kunnu koma í, tá ið sorg og saknur rakar.

Stuðulsbólkur

Skúlin skal altíð hava ein stuðulsbólk. Í honum sita 3 - 5 áhugaðir lærarar, umboð fyri leiðsluna og heilsufrøðingurin. Ein av lærarunum er formaður í bólkinum.

Uppgávan hjá stuðulsbólkinum er

  • at virka sum stuðul, har tørvur er á tí
  • at taka saman um og eftirmeta tiltøk í árinum, sum fór
  • at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda við líka og nema sær nýggja vitan um evnið
  • at dagføra tilbúgvingarætlanina og heimasíðuna
  • at kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina
  • at kunna heimini um tilbúgvingarætlanina
  • stuðulsbólkurin skal hava regluligt samband við sóknarprest hava eina sorgarbók, har hendingar verða skrivaðar í, dagfestingar o.a. Uppgávan er at fylgja við í teimum einstøku førunum (minnast ársdagin). Formaðurin í bólkinum hevur høvuðsábyrgdina av, at bókin altíð er dagførd

Stuðulsbólkurin kann eisini

  • skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum
  • kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, skeiðstilboð o.s.fr.

Uppgávan hjá leiðsluni

  • syrgja fyri, at flaggið verður vundið í hálva stong
  • syrgja fyri, at dagførdar “telefonketur” eru fyri hvønn flokk og lærarar
  • taka sær av møguligum samskifti við fjølmiðlar
  • senda blómur/krans
  • ringja til heimið og greiða frá, hvat hendir í skúlanum t.d. til minningarløtuna

Felags missur

Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað

  • Flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna
  • Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum
  • Flokslærari kunnar flokkin og starvsfelagar
  • Tosað verður við teir flokkar, har tann sjúki hevur systkin
  • Flokslærari ella annar lærari, sum eru tætt knýttur at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu
  • Gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
  • Næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst í skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum
  • Flokslærarin kunnar toymið og hinar lærararnar við hóskandi millumbili um støðuna
  • Flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma
Við deyða

Hevur næmingur verið leingi sjúkur

  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá, og leiðslan kunnar allar lærarar og starvsfólk um støðuna
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur
  • Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual – Faðir vár, tendra ljós, mynd, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong

Doyr næmingur brádliga

  • Tá ið deyðsboð eru, verða flokslærarin og leiðsla kunnað
  • Flokslærarin ella annar lærari setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er
  • Leiðslan boðar til fundar, so skjótt boðini eru komin
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
  • Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual – Faðir vár, tendra ljós, mynd, blómur, tøgn í 1 minutt o.a., prestur er møguliga hjástaddur
  • Tá ið øll vita um hendingina, verður flaggið í skúlanum vundið á hálva stong
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin. Geva rúm fyri, at næmingarnir kunnu práta, spyrja og vísa kenslur
  • Ikki sleppa børnunum heim einsamøllum, men avtala við foreldrini at koma á skúlan eftir børnunum
  • Flokslærarin setur seg í samband við foreldraumboðini, sum síðani boða øllum foreldrunum frá at koma í skúlan eftir børnunum og somuleiðis til eina samkomu
  • Práta við foreldrini í flokshølunum um tað, sum hent er, so øll fáa somu kunning um hendingina, og kunna øll um t.d. jarðarferð og ta ætlan, sum skúlin hevur, hvat meira skal henda. Syrgja fyri, at øll børnini fara heim við onkrum vaksnum
  • Flokkurin og skúlin senda krans ella blómur
  • Flokkurin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum
  • Skúlin verður stongdur til jarðarferðina og flaggið vundið á hálva stong
  • Næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær
  • Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd, blómur, ljós o.a.
  • Ein limur úr sorgarbólkinum/stuðulsbólkinum verður knýttur at flokkinum
  • Skriva minningarorð
  • Flokslærarin fylgir øllum upp. Bjóðar foreldrunum t.d. til hugnaløtu á jólum
  • Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir
  • Vitjan á grøvini (sí Sorgarbókina)

 Tá lærari/starvsfólk doyr

  • Leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvut
  • Leiðslan boðar til fundar og kunnar á lærarastevnuni allar lærararnar, (telefonketan) og morgindagurin verður lagdur til rættis
  • Flokslærarin/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næmingarnar, áðrenn øll hittast í høllini til eina minningarløtu
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Skipað verður fyri minningarløtu. Leiðsla ella onnur, lærari/prestur, hevur eina minningartalu. Sangur, tala, Faðir vár, ljós, tøgn í 1 min.
  • Í flokkinum, sum lærarin er knýttur at, verða foreldrini biðin um at koma í skúlan – hesum taka foreldraumboiðini sær av. til kunning, samtalu og at fylgja børnunum heim
  • Lærarar fara heim til familjuna. Halda sambandið við líka fyrsta árið
  • Geva familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina
  • Skúlin er stongdur tann dagin jarðarferðin er
  • Minningarorð í bløðini


Tá lærari/starvsfelagi verður raktur av álvarsligari sjúku ella vanlukku

  • Leiðslan kunnar, í samráð við familjuna ella læraran sjálvan, allar lærarar um sjúkuna hjá viðkomandi
  • Teir næmingar, ið viðkomandi er flokslærari hjá ella hevur nógv, verða kunnaðir um støðuna. (Bræv verður sent foreldrunum)
  • Sorgarbólkurin tosar og dagførir seg við tey, ið kenna viðkomandi best, soleiðis at okkurt verður gjørt – t.d. vitja ella hava samband við hin sjúka


Tá lærari/starvsfelagi missir

  • Leiðslan fær boð og kunnar starvsfelagar/lærarar um tilburðin
  • Til jarðarferðina verður flaggið vundið í hálva stong. Lærarin kunnar flokkin um, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Flokslærarin fær vitjan av einum úr sorgarbólkinum
  • Flokkurin sendir kort og blómur heim til læraran, um hann er flokslærari, ella hann hevur flokkin nógv. Flokkurin vil á tann hátt vísa samkenslu við blómum og brævi/korti
  • Leiðsla og starvsfelagar, ið viðkomandi arbeiðir nógv saman við, fara heim til familjuna og bjóða seg fram at hjálpa við onkrum, um neyðugt er. Eru annars um tey tíðina aftaná
  • Minnast tann fyrsta ársdagin við at leiðslan sendir eitt blómutyssi heim til viðkomandi, sum hevur mist
  • Um starvsfelagi/lærari missir foreldur, verður blómutyssi sent heim til viðkomandi
Missur hjá tí einstaka

Missur hjá tí einstaka

Tá næmingur missir foreldur ella systkin

  • Flokslærarin kunnar leiðslu og lærarar um tilburðin
  • Flaggið verður vundið á hálva stong, og umboð frá sorgarbólkinum kunnar allar flokkarnar
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur um tilburðin (t.d. foreldraumboðini)
  • Vera inni í flokkinum, t.d. kann prestur vera hjástaddur
  • Næmingar og lærari skriva eitt kort í felag, fyrst upp á talvuna, síðani skrivar ein næmingur kortið og øll skriva sítt navn undir (sí Sorgarbókina) Lærarin skipar fyri hesum
  • Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingar, at vit tosa um andlátið í tímanum (avmystifisera)
  • Um systkin eru í øðrum flokkum, verður sama mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
  • Lærarar fara heim til familjuna við blómum og korti, sum næmingarnir hava skrivað og geva tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina. Somuleiðis greiða teir frá, at skúlin skipar fyri/hevur havt minningarløtu
  • Læraratoymið og foreldraumboðini skipa fyri, at flokkurin fer til jarðarferðina saman við foreldrunum
  • Flokkurin fær frí tann dagin jarðarferðin er
  • Flokkurin sendir blómur ella krans
  • Fyrsta morgunsangin aftaná kann minningarløta vera
  • Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná (uml. 1 ár). Flokslærari ella annar lærari, sum hevur og kennir næmingin, eigur av og á at taka eitt prát við hann, tá ið tað hóskar seg
  • Minnast ársdagin og møguliga vitja gravstaðin tann dagin
  • Leiðslan sendir eitt blómutyssi heim til næmingin tann fyrsta ársdagin 

Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku

  •  Flokslærari ella annar, sum næmingurin ella foreldrini føla seg knýtt at, kunnar allar lærararnar, sum hava flokkin, um støðuna
  • Hevur næmingurin systkin í skúlanum, tosa allir lærararnir saman um støðuna
  • Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnar í flokkinum fáa at vita, hvat er hent, og eisini foreldrini. Hesa uppgávuna skal flokslærarin taka sær av.
  • Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð
  • Kunna næmingarnar um sjúkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til akkurát henda tilburðin. Lærarin kann kunna seg hjá bókavørðinum um tilfar